Formennirnir í teim stóru andstøðuflokkunum, Jørgen Niclasen og Bárður Nielsen, siga báðir, at teir ikki vita hvussu nýggja semjan í samgonguni um fiskivinnuna sær út.
Tí eru teir eitt sindur varnir at úttala seg enn, men teir siga, at uppskotið fer at fáa tað viðgerð, ið tað hevur uppiborði í tinginum, eins væl.
Báðir formennirnir siga eisini, at teir ikki kunnu avvísa, at teirra flokkar kunnu taka undir við í øllum førum pørtum av uppskotinum.