Ljóðbrot: Leita víðari eftir manninum í dag

Hava møguliga sæð bátin, sum sakk í Skopunafirði

- Vit sóu okkurt í gjár, sum møguliga var báturin. Í dag verða tað so tveir partrolarar, sum seinnapartin fara at royna at dreggja eftir tí, sum vit sóu. So vóna vit, at tað er báturin.


Tað sigur Hilmar Johannesen frá MRCC. Talan er um leitingina eftir manninum, sum bleiv burtur í Skopunafirði fyrranáttina. 


Leitað var í allan gjár og hóast umstøðurnar at leita vórðu ógvuliga góðar, so var einki av týdningi funnið.


- Vit funnu onkrar lutir, men vit hava ikki fingið staðfest um tað var frá bátinum, ið sakk, sigur Hilmar Johannesen.