Lívsins Vatn stendur seg væl í Noregi

Dism boðar frá øktum sølutølum í Noregi

Dism boðar frá at sølutølini fyri Lívsins Vatn í Noregi í august mánaði eru hugaligur lesnaður hjá felagnum.

 

Tað eru 14 mánaðir síðani, at Lívsins Vatn slapp inn í 280 deildir hjá norska Vinmonopolet. Felagið boðar frá, at meginpartin av tíðini hava teir verið í vanda fyri at detta av aftur søluhillini, vegna vantandi sølu. Tað er soleiðis, at um ein vøra ikki selur nóg væl, verður hon útskift við eina aðra vøru.

 

Støðan var eina tíð so ring, at teir vóru vísir í, at tá endalig uppgerðin var liðug í juli 2014, fóru teir at missa rættin at selja í Noregi.

 

- Men so, á undrunarverdan hátt og kanska sum ein avleiðing av okkara nývunnu gullmedalju í Eysturríki, øktust sølutølini og á málstrikuni otaðu vit okkum framm um onkrar av okkara argastu kappingarneytum. Og heilt óvæntað megnaðu vit at varðveita plássið á norska sølulistanum.

 

Dism boða frá, at sølutølini í Noregi eru rættiliga góð, at teir ikki eru í vanda fyri at missa rættindini, sum nú er, og teir vóna, at góða gongdin vil halda á.