Liverpool vann aftur á Chelsea

Liverpool vann í dag fyri triðju ferð á rað á Chelsea í Premier League. Avgerandi málið kom ikki fyrr enn í seinastu minuttinum av dystinum, tá ein fyrrverandi Chelsea leikari koppaði dystin til fyrimuns fyri gestirnar úr Liverpool.

 

Alt prátið undan dystinum var um Fernando Torres og Raul Meireles, sum báðir hava skift frá Liverpool til júst Chelsea seinasta árið. Teir vóru báðir á bonkinum hjá Chelsea og blivu skiftir inn í seinna hálvleiki. Tað var tó ein leikari, ið fór hinvegin, sum gjørdist ”match-vinnari”. Fyri Liverpool sótu fleiri av dýru keypinum seinasta árið uttanfyri. Millum teirra Andy Carroll, Jordan Henderson og Stewart Downing.

 

Liverpool var omaná í fyrra hálvleiki og kom á odda, tá Chelsea miðvøllurin misti bóltin eftir stutt málspark. Craig Bellamy og Luis Suarez spældu væl saman og tað endaði við at Maxi Rodriguez stóð leysur í vinstu og skoraði.

 

Í seinna hálvleiki kom Chelsea fyri seg og innskifti Daniel Sturridge javnaði tá Florent Malouda sendi bóltin innfyri úr vinstru. Eftir málið trýsti Chelsea Liverpool í botn og tað var líka við, at Chelsea eisini kom á odda.

 

Tríggjar minuttir fyri tíð fór Liverpool í álop og bólturin endaði hjá høgra bakkinum Glen Johnson. Enski landsliðsleikarin rak framvið Ashley Cole í Chelsea verjuni og inni í brotsteiginum tryggjaði hann Liverpool sigurin við einum neyvum vinstrabeins skoti.

 

Liverpool og Chelsea hava nú bæði 22 stig saman við Tottenham og Arsenal. Manchester City hevur 34 stig á fyrsta plássi, Manchester United 29 á øðrum plássi og Newcastle hevur 25 stig á triðja.