Liverpool víðari – Messi takkaði fyri seg við perlumáli

Champions League: Mohamed Salah og Sadio Mané hava sent Liverpool víðari, meðan Lionel Messi bleiv ov stuttur í París

Tað verða Liverpool og Paris Saint Germain, sum fara víðari til fjóðringsfinalurnar saman við Borussia Dortmund og FC Porto. Liverpool vann 2-0 á RB Leipzig, og PSG vann samanlagt á FC Barcelona eftir 1-1 javnleik. 

Liverpool (2)-(0) RB Leipzig 2-0

1-0  Mohamed Salah, 70

2-0  Sadio Mané, 74

Liverpool vinnur samanlagt 4-0

Liverpool, sum hevur tapt seks dystir upp í slag á Anfield, hevði í kvøld heimavøll í Budapest í Ungarn. Tað sær út til at hava hjálpt, tí Liverpool vann í kvøld 2-0 á RB Leipzig. Ensku meistararnir kundi helst havt skotið enn fleiri mál, men tað vóru eisini løtur, har veruligur spenningur kundi komið í uppgerðina.

Liverpool hevði á fyrsta sinni í fleiri mánaðir valt at brúka Fabinho á miðvøllinum, meðan Nathaniel Phillips og Ozan Kabak vóru í miðverjuni. Tað sást væl, tí Fabinho var íblandaður nógvum, tá Liverpool skuldi vinna bóltin aftur.

Jurgen Klopp og hansara menn høvdu fleiri skot á mál, men tað var eisini serliga ein støða í fyrra hálvleiki, har RB Leipzig kundi havt skorað. Tá málini komu vóru tey bæði tvey góð. Tað fyrra var eitt samanspæl millum tríggjar teir fremstu, Sadio Mané, Diogo Jota og málskjúttan Mohamed Salah. Tað seinna eftir eitt gott innlegg frá innskifta Divock Origi til Sadio Mané. Liverpool er rímiliga trygt víðari.

PSG (4)-(1) FC Barcelona 1-1

1-0  Kylian Mbappé, 31 br

1-1  Lionel Messi, 37

PSG vinnur samanlagt 5-1

Tað skuldi einki minni enn ein sensatión til, um FC Barcelona skuldi koma víðari, eftir at hava tapt heimdystin 4-1, men teir gjørdu júst tað í 2017. Hóast FC Barcelona var klárt betri í kvøld, so var tað ongantíð nær við.

Eftir tríggjar stórar málmøguleikar, fekk PSG brotsspark í hinum endanum. Kylian Mbappé umsetti til mál. Løtu seinni skoraði Lionel Messi eina perlu av einum langskoti, sum gav FC Barcelona eina lítla vón.

##med2##

Løtu seinni fekk FC Barcelona brotsspark, men Lionel Messi brendi. Í mun til eginleikarnar er tað merkisvert, at argentinski bóltsnillingurin hevur so misjavnar royndir frá ellivu metrum. Tað komu ikki fleiri mál í dystinum og PSG er víðari.

Í gjár:

Borussia Dortmund (3) – (2) Sevilla 2-2

1-0  Erling B. Håland, 35

2-0  Erling B. Håland, 54 br

2-1  Youssef En-Nesyri, 69 br

2-2  Youssef En-Nesyri, 90+6

Borussia Dortmund vinnur samanlagt 5-4 

Juventus (1) – (2) FC Porto 3-2 eftir longdaleiktíð

0-1  Sergio Oliveira, 19

1-1  Federico Chiesa, 49

2-1  Federico Chiesa, 63

2-2 Sergio Oliveira, 117

3-2 Adrien Rabiot, 119

FC Porto vinnur samanlagt 4-4 við regluni um fleiri útivallarmál