Liverpool ætlar at keypa japanskt

Tað er líkt til, at Liverpool ætlar at keypa ein japanskan spælara í januar

Bretskir miðlar skriva í dag, at Liverpool er í holt við at keypa japanska Takumi Minamino frá Red Bull Salzburg. Liverpool og Red Bull Salzburg spældu móti hvørjum øðrum so seint sum týskvøldið, tá Liverpool vann 2-0.

Eitt nú James Pearce frá netmiliðinum The Atletic, sum hevur fylgt Liverpool tætt í fleiri ár, skrivar á Twitter at hann væntar, at keyptið verður avgreitt nú í januar. Hann skrivar, at Liverpool metir Takumi Minamino vera verdan áleið 175 milliónir krónur, men ein treyt í sáttmálanum gera, at Liverpool han keypa hann fyri so lítið sum 65 milliónir krónur.

##med2## 

Takumi Minamino vísti góðar taktir í Champions League dystunum móti Liverpool. Hann er álopskendur spælari, sum er kvikur og sterkur á bóltinum. Mett verður, at hann passar væl til spælistílin hjá Liverpool og ein kærkomin breiddarspælari, sum kann avloysa eitt nú Mohamed Salah og Sadio Mané, ið spæla at kalla hvørja ferð.