Fyrru hálva av 3. umfari í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Liverpool, Bayern Munchen, Manchester City og FC Porto vunnu greiðar sigrar, meðan serliga Real Madrid slapp við skrekkinum
Í bólki A vunnu verandi vinnararnir úr Bayern Munchen stórsigur á eysturríska Redbull Salzburg. Úrslitið bleiv 6-2. Robert Lewandowski skoraði tvey av málunum. Hin favoritturin í bólkinum, Atletico Madrid, spældi javnleik 1-1 í Russlandi móti Lokomotiv Moskva.
Í bólki B vann Real Madrid týðandi sigur á Inter Milan í Madrid. Við sigrinum er Real Madrid komið upp á fýra stig og er væl við í bólkinum, men uttan ein sigur í dag hevði tað sæð illað út. Karim Benzema tangeraði metið hjá Lionel Messi, nú hann skoraði fyri 16. kappingarárið upp í slag í Champions League. Í hinum dystinum vann Borussia Moenchengladbach heili 6-0 á útivølli móti Shakhtar Donetsk.
Í bólki C er Manchester City væl á veg víðari. Liðið vann í dag 3-0 á heimavølli móti Olympiakos og hevur fult stigatal. Í Portugal vann FC Porto 3-0 á franska Marseille.
Í bólki D er Liverpool á odda við fullu stigatali. Liðið hevur nú vunnið á útivølli móti Ajax og Atalanta. Í kvøld skoraði Diogo Jota hattrik, tá Liverpool vann heili 5-0 á útivølli móti Atalanta. Ajax vann 2-1 á FC Midtjylland. Danska liðið hevur einki stig fingið.