Tað er spanski miðvallarin, Albert Riera, ið hevur úttalað seg til eitt spansk radio. Hann segði millum annað, at Liverpool er ein søkkandi skúta, og at Rafael Benitez ikki dugir at fáast við sínar spælarar. Til seinast legði hann eisini eftir spælistílinum hjá Liverpool. Riera heldur ikki spælistílin vera serliga flottan, men viðgongur, at hann er effektivur.
Í gjár svaraði Benitez so aftur. Úrslitið var ein bót uppá yvir 50.000 krónur, samstundis sum Riera er leikbannaður av felagnum fram til mánadagin. Tað vil siga, at hann ikki verður partur av Liverpool hópinum, ið skal spæla móti Manchester United sunnudagin.
Eftir dystin móti Lille í gjár, sum Liverpool vann 3-0, var Liverpool venjarin fá orðaður um støðuna. Hann segði stutt, at málið verður greitt innanhýsis.
Albert Riera, ið Liverpool keypti fyri yvir 50 milliónir krónur í 2008, hevur havt ringt við at bíta seg fastan á liðið hjá Liverpool í ár. Fleiri keldur vilja vera við, at Riera er ávegis til russiskan fótbólt.