Liverpool og Salah sigraðu aftur

Champions League: Barcelona kann uttan Messi, meðan Liverpool kann við Salah

Seinna hálva av triðja umfarinum í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Liverpool vann tryggan sigur á Reyðu Stjørnu, meðan FC Barcelona, uttan ein skaddan Lionel Messi, vann 2-0 á Inter Milan.

 

Í bólki C er hørð kapping um tvey tey fremstu plássini. Liverpool vann greiðan 4-0 sigur á Reyðu Stjørnu, og hevur seks stig á fyrsta plássi. Mohamed Salah skoraði tvey av málunum. Hetta er annar dysturin á rað, har Liverpool vinnur og Mohamed Salah skorar. PSG og Napoli deildu stigini og hava fýra og fimm stig.

 

Í bolki B er Tottenham komið illa fyri, eftir 2-2 javnleik móti PSV í dag. FC Barcelona vann 2-0 á Inter Milan og hevur níggju stig. Inter Milan hevur seks stig, meðan Tottenham bara hevur eitt stig. Tottenham var annars á odda 2-1, men so bleiv Hugo Lloris útvístur og PSV javnaði.

 

Bólkur A:

Club Brugge – Monaco 1-1

Borussia Dortmund – Atletico Madrid 4-0

 

Støðan:

1.    Borussia Dortmund 9

2.    Atletico Madrid 6

3.    Monaco 1

4.    Club Brugge 1

 

Bólkur B:

PSV – Tottenham 2-2

Barcelona – Inter Milan 2-0

 

Støðan:

1.    FC Barcelona 9

2.    Inter Milan 6

3.    Tottenham 1

4.    PSV 1

 

Bólkur C:

Liverpool – Reyða Stjørna 4-0

PSG – Napoli 2-2

 

Støðan:

1.    Liverpool 6

2.    Napoli 5

3.    PSG 4

4.    Reyða Stjørna 1

 

Bólkur D:

Galatasaray – Schalke 04 0-0

Lokomotiv Moskva – FC Porto 1-3

 

Støðan:

1.    FC Porto 7

2.    Schalke 5

3.    Galatasaray 4

4.    Lokomotiv Moskva 0