Liverpool keypir til skaðaraktu verjuna

Premier League: Nógv bendir á, at Liverpool fer at keypa í RB Leipzig í næstum

Liverpool hevur í dag keypt Ibrahima Konate frá RB Leipzig í Týsklandi. Hann er franskur U21-landsliðsspælari og fær góð ummælir úr Týsklandi.

 

Liverpool fekk um endan til seinast í hesum kappingarárinum, eftir at allir tríggir royndu miðverjarnir í felagnum, Virgil Van Dijk, Joe Gomez og Joel Matip, blivu langtíðarskaddir.

 

Ein avbjóðing við Ibrahima Konate er, at hann hevur bara spælt átta dystir frá byrjan í farna kappingarári, tí hann hevur verið skaddur. Tað er nokk nakað, sum Liverpool ikki hevur brúk fyri. Prísurin fyri 22 ára gamla miðverjan liggur um 300 milliónir krónur, sum skulu gjaldast í einum, sambært søgunum.

 

Liverpool væntast at selja av breiddini, har spælarar sum Divock Origi, Marko Grujic og aðrir verða seldir. Gini Wijnaldum hevur takkað fyri seg, nú sáttmálin gongur út. Hann endar helst í FC Barcelona ella Bayern Munchen.

 

Liverpool leigaði eisini Ozan Kabak frá Schalke 04. Turkiski miðverjin kom til í januar, men Liverpool hevur ikki valt at keypa Ozan Kabak, sjálvt um tað stóð teimum í boðið fyri umleið 150 milliónir krónur.