Liverpool kann vinna seg í finaluna

Liverpool spælir í kvøld seinnu hálvfinaluna í Capital One Cup kappingini

Jurgen Klopp og Liverpool kunnu í kvøld spæla seg í finaluna í Capital One Cup kappingini.

Seinna hálvfinalan í Capital One Cup kappingini millum Liverpool og Stoke verður í kvøld spæld.

Tað er Liverpool sum hevur eitt betri útgangsstøðið við sær til dystin, eftir at teir vunnu fyrra dystin 1-0 sum varð spældur á Britannia leikvøllinum í Stoke.

Men lítil ivi er um, at teir fáa stóra mótstøðu frá Stoke, sum hevur broytt nógv spælistíl seinnu árini. Í mun til fyrr, tá liðið spældi meira primitivan, er liðið farið at spæla meira tekniskan og álopssinnaðan fótbólt.

Hetta sæst eisini á innkeypunum seinnu árini, har nýggir leikarar eru heintaðir inn frá europeiskum toppfeløgum.

Stoke hevur tó ikki hagtølini við sær í samband við Capital One Cup fótbólt móti Liverpool. Seks ferðir áður hava liðini møtst í ensku liga-kuppini, og Liverpool hevur vunnið fimm av dystunum, meðan tann eini er endaður við javnleiki.

Fyri Liverpool og nýggja týska venjaran, Jurgen Klopp, er tað eitt stórt fet tann rætta vegin, um Liverpool í kvøld kann vinna seg í Capital One Cup finaluna. 

Dysturin millum Liverpool og Stoke byrjar klokkan 19:45 í kvøld, og verður vístur á 6’aranum á Televarpinum. 