Liverpool fekk steypið – United fekk fyrimunin

Premier League: Liverpool hevur nú fingið steypið, meðan United nærkast Champions League

Tveir teir seinastu dystirnir í 37. og næst seinasta umfari í Premier League hava verið í kvøld. Liverpool vann 5-3 á Chelsea og fekk Premier League steypið handað, meðan Manchester United fekk týdningarmikið stig á heimavølli móti West Ham.

Liverpool var eitt skifti á odda 4-1 og hevði kós móti einum tryggum sigri, men Chelsea minkaði um munin niður í 4-3, áðrenn innskifti Alex Oxlade-Chamberlain setti punktum við málinum til 5-3. Hinir málskjúttarnir vóru Naby Keita, Trent Alexander-Arnold, Georginio Wijnaldum og Roberto Firmino.

Á Old Trafford spældi Manchester United javnleik 1-1 móti West Ham. Gestirnir komu á odda við brotssparki frá Michail Antonio. Ungi og evnaríki Mason Greenwood javnaði fyri Manchester United, sum við javnleikinum hevur yvirhálað Leicester.

Manchester United og Chelsea hava nú 63 stig á triðja og fjórða plássi, sum geva atgongd til Champions League komandi kappingarár. Leicester City hevur 62 stig og spælir móti Manchester United í seinasta dystinum. Tá spælir Chelsea á heimavølli móti Wolverhampton.

1Liverpool37313382:3296
2Man City37253997:3578
3Man United371712864:3663
4Chelsea371961267:5463
5Leicester371881167:3962
6Wolves371514851:3859
7Tottenham3716101160:4658
8Sheffield United3714121138:3654
9Burnley371591342:4854
10Arsenal3713141053:4653
11Everton3713101443:5349
12Southampton371471648:5949
13Newcastle3711111537:5544
14Crystal Palace371191730:4942
15West Ham371081948:6138
16Brighton378141537:5338
17Aston Villa37972140:6634
18Watford378101934:6134
19Bournemouth37872237:6431
20Norwich37562626:7021