Livar Nysted er sjálvandi best kendur sum havrógvari, men seinastu árini hevur hann eisini gjørt vart við seg sum listamálari.
- Eg havi altíð tekna, og tey seinastu 25 árini havi eg málað sera nógv. Eg máli so at siga hvønn dag tá eg eri heima. Men tað er kanska ikki fyrr enn seinastu tíðina, at tað er vorðið alment kent, millum annað gjøgnum Facebook, sigur Livar Nysted
Í heyst var hann í Nakuru, Kenja og málaði skúlagarðin á barnaheiminum hjá NLAI, sum fleiri føroyingar stuðla, og á sama túri var hann á vitjan hjá Jimmia, sum er ein føroyskur felagsskapur í Nakuru, sum hjálpir kvinnum í Kenja.
Tað er Mia Jacobsen Kagotho og maðurin Jim, sum reka kvinnuheimið Jimmia, har Livar Nysted og konan Svanna vóru á vitjan í heyst. Vitjanin rørdi Livar Nysted, sum tá segði við in.fo, at hann hevði hug at gráta alla tíðina.
Les eisini: Havi hug at gráta alla tíðina
Vitjanin er ikki farin frá teimum, nú tey eru aftur í Føroyum, og Svanna og Livar Nysted royna framvegis at kunna um og savna pening til hesar báðar felagsskapirnar í Nakuru, NLAI og Jimmia.
Nýggjasta hugskotið er at hava eina uppboðssølu av einum málningi, sum Livar Nysted hevur málið. Málningurin er ein endurgerð av Heilagu Kvøldmáltíðini, sum Leonardo da Vinci hevur málað.
- Vit mugu royna at hjálpa eitt sindur til. Tey gera eitt veldigt arbeiðið har, men avbjóðingin er sum so ofta fígging, sigur Livar Nysted.
Les eisini: 60 kvinnur hava verið á heiminum hjá Miu
Hann royndi tað sama í heyst, eina uppboðssølu av málningum fyri at stuðla har í Kenja, og tað eydnaðist væl ta ferðina.
- Vanliga vildi eg selt málningin fyri 20.000 krónur, men um hægsta boð verður 10.000, so verður málningurin seldur fyri tað og peningurin latin Jimmia, sigur hann.
Málningur er góðar tveir metrar breiður og nærum ein metur høgur.
- Her er so møguleikin at ogna sær ein fínan málning og samstundis hjálpa eitt sindur. Júst hetta motivið er kanska ikki tað rætta, um ein vil náa breitt út, men vit royna. Eg haldi ikki, at nakar tekur skaða av at hava Heilagu Kvøldmáltíðina hangandi, sigur Livar Nysted.
- Hann er kanska nakað stórur at hava hangandi í stovuni, men onkur kann kanska keypa hann og geva hann víðari, kanska til eina samkomu, kirkju ella ein sunnudagsskúla. Sjálvur havi eg málað ein stóran málning av tá Jesus gongur á vatninum til sunnudagsskúlan í Hvannasundi.









