Víkingarferðin, sum Livar Nysted og onnur gera við seksæringinum Naddoddi av Tvøroyri, varð útsett fleiri ferðir í síðstu viku vegna veður.
Men í gjár loystu tey frá landi við Naddoddaneystið hjá Bátafelagnum Naddoddi á Tvøroyri.
Ætlanin er at brúka segl mest møguligt á ferðini til Noregs.
Heitið á ferðini er Viking Voyage, og manningin er fýra úr Sveis, ein úr Meksiko, sum býr í Orlando í Florida, USA, og Livar Nysted úr Hvannasundi.
Á sínum vanga á facebook hevur Livar Nysted lagt sjónbandaupptøku, har hann sigur ferðina ganga væl, og ferðin er um 6 til 7 míl.
##med2##
##med3##
Myndirnar eru av facebookvanganum hjá Bátafelagnum Naddoddi, og har eru fleiri myndir at síggja.