Livandi tilfeingi: Framsýning og søla av føroyskum handverki

Í vikuskiftinum, 26. og 27. november, verður skipað fyri afturvendandi vetrartiltakinum, Livandi tilfeingi, í Perluni og Reinsarínum í Havn.

Talan er um serføroyskt tiltak við framsýning og sølu av staðbundnum dygdarhandverki úr øllum Føroyum.

 

Tey vitjandi kunnu uppliva livandi verkstøð, har tilfar, rávøra og amboð verða víst í verki, og eisini er høvið at keypa staðbundnu vørurnar.

 

 

 

Tey, ið luttaka í ár, eru:

 

Alma á Lava

 

Brikolasj

 

Daysi Lagos Joanesarson

 

Dúvugarðar í Saksun

 

Elin K. Jacobsen

 

Erla Matras Jensen

 

Herborg Torkilsdóttir

 

Hoyskorsgarður í Svínoy

 

Joel Coel

 

Kongsstovan í Haraldssundi

 

Mary Tindskarð

 

Maudsa køkshavi

 

Miðstovugarðurin á Sandi

 

Minna

 

Poulina Eliasen

 

Signabøgarður

 

Stakkavík úr Klaksvík

 

Tari

 

Uppistova á Trøllanesi

 

Uttastovugarðurin á Sandi

 

Útistovugarðurin í Skúgvi

 

Útistovugarðurin á Trøllanesi

 

Æsa Tróndardóttir Frýdal

 

 

 

Livandi tilfeingi er opið leygardagin frá 10 til 18 og sunnudag frá 13 til 18.

 

– Tað er ókeypis at luttaka, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið í Perluni og Reinsarínum í vikuskiftinum, siga fyrireikararnir úr Matkovanum.