Tá handilsskipið Vitin, sum reiðaríið Sandgrevstur í Fuglafirði eigur, herfyri var í dokkini á Skála, vísti tað seg, at nakrar livandi sildir svumu í dokkini.
Hetta sóu arbeiðsmenn, tá skipið var komið inn í dokkina, og teir høvdu pumpað nærum allan sjógvin úr dokkini.
- Sildirnar vóru óiva komnar inn í dokkina, meðan portrið hevði staðið opið. Sildirnar vórðu tiknar upp og sleptar á sjógv aftur, sigur sjómanstrúboðarin á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini.
Lagt verður aftrat, at handilsskipið Vitin var á Sundi við einari last av sandi úr Noregi, og sandurin skal brúkast í undirsjóvartunlinum, sum verður bygdur millum Hvítanes og Skálafjørðin.
Í dokkini á Skála skuldu arbeiðsmenninir hjá Mest arbeiða upp á bógskrúvuna og annað smávegis umborð á Vitanum, sum úr Føroyum fór aftur til Noregs og síðan til Danmarkar við enn einari last av sandi.