Nú leygarkvøldið hin 6. apríl klokkan 20 verður ein heldur kreativ og spennandi konsert í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17A við Jógvani Joensen og bólki hansara við hornorkestri, slagverki, akustiskum ljóðføri, strúkarum, kirkjuorgli og gospelkóri.
Konsertin eitur Tøgnin, sum er yrkingar frá Jógvani við kvæðakendum løgum. Samansett av Trónda Bogasyni og Jógvani. Atgongumerkið við dyrnar á 50 krónur.
Seinni saman kvøldið verður livandi føroyskur tónleikur á Skarv, sum er 4. seinastu ferð, at livandi tónleikur verður á føroyska staðnum, umframt dansur og konsert.
##med2##
Teir báðir Sigmar Sørensen og Brian John Hughes fara at undirhalda við kendum føroyskum og útlendslum løgum á Pilestræde 43-45, har ókeypis atgongd er áðrenn middnátt.
Teir hava undirhildið á flestu føroyskum spælistøðum.
Eisini verður pubquiz í Føroyahúsinum fríggjakvøldið 6. apríl.
Harumframt fara føroysk lesandi at hittast til felags fimmara í The Old Irish Pub við Ráðhúsplássið - eitt tiltak, sum lestrarfeløgini í felagsskapi hava skipað fyri .
##med3##
(Kelda: Edmund S. Jacobsen)













