Vestmanna: Í meira enn tvey ár hevur verið arbeitt við at fyrireika eitt slíkt søgusavn við figurum úr Føroyingasøgu á loftinum í Fjørukrónni.
Tveir teir fyrstu figurarnir til savnið eru longu komnir - Brestir, pápi Sigmund, og banamaður hansara, Havgrímur. Hvør teirra kostar einar 150.000 krónur.
- Hetta er tó bert ein byrjan til nakað nógv størri. Ætlanin er nevniliga, at vit skulu hava einar 15 slíkar aftrat til savnið.
- Hetta er eitt kostnaðarmikið tiltak, men úrslitið fer at verða sera gott, sigur Gunnar Skúvadal við Sosialin.
Verkætlanin er sprottin úr einum líknandi savni í Íslandi.
Úr søguni
Síðani teir fóru undir verkætlanina við ferðavinnumiðstøðini í Vestmanna, hava teir alla tíðina arbeitt við at menna hesa og víðka um tilboðið til vitjandi føroyingar og útlendingar.
Umframt væl umtóktu túrarnar undir Vestmannabjørgini og onnur støð, hava teir eisini eina matstovu og eina sølubúð við ymiskum lutum.
Næsta stóra stigið í framtíðini er eitt søgusavn á loftinum í Fjørukrónni, ið liggur á havnarlagnum inni á Fjørð.
Hugskotið til hetta savnið fingu teir úr Íslandi, har ein slóðbrótari, Ernst Backman hevur tikið stig til eitt líknandi savn við myndevnum úr íslendsku søguni.
Ernst hevur verið í Føroyum fleiri ferðir, og hevur lagt teimum lag á, hvussu ein skipar eitt slíkt søgusavn.
- Hann var sera fegin um, at vit eisini ætlaðu okkum undir hetta savnið, sigur Gunnar.
Í nøkur ár hava teir arbeitt víðari við hesi ætlanini. Gongst sum ætlað kann savnið latast upp í 2009.
Fígging
Tað krevur bæði góða fyrireiking og góða fígging tá ein skal skipa eitt slíkt søguligt savn. Serliga tað seinna er ein avgerandi treyt fyri at spennandi ætlanin kann eydnast.
Miðað verður eftir at hava einar 15 slíkar sagnfigurar í savninum. Og tá hvør teirra kostar omanfyri 150.000 krónur stykkið, er greitt at her skal nógvur peningur til.
- Vit arbeiða í løtuni við at fáa fígging til ætlanina. Hesir báðir fyrstu figurarnir skulu vísast fram, soleiðis at møguligir íleggjarar fáa hug at seta pening í verkætlanina, sigur Gunnar.
Teir hava longu fingið tilsøgn um fígging frá peningastovni. Treytin er kortini hon, at teir sjálvir útvega sín part fyrst.
Væl gjørdir
At gera eina slíka ætlan krevur sjálvandi sítt. Eitt er at hava eitt hugskot, eitt annað er at fremja tað í verki.
Teir hava verið í Íslandi, og hava her greitt fingið prógv um tað góða handverkið, sum ein har leggur fyri dagin í arbeiðinum við slíkum figurum.
Dømi um, hvussu nágreiniliga ein fer fram, eru klæðini og eyguni á figurunum: Klæðini verða gjørd av góðum skraddara og eyguni eru tey somu, ið nýtt verða hjá fólki ið fáa eftirgjørt eyga. Sjálvt á handarbakinum eru hár at síggja.
Í apríl mánaði í ár komu teir fyrstu figurarnir, sum gjørdir eru í Íslandi. Teir eru gjørdir úr silicone og eru rættiliga líkir einum mannakroppi.
- Vit sóu beinanvegin, hvussu dugnaligir handverkarar og listamenn teir vóru, og hvussu teir á ein heilt serstakan hátt kundu fáa øll andlitstrekkini fram í teirra figurum.
- Nú vit hava fingið figurarnir av Bresti og Havgrími, mugu vit bara staðfesta, at teir eru heilt ótrúliga væl gjørdir, staðfestir Gunnar Skúvadal.
Myndir, ljóð og deymur
Í søgusavninum í Vestmanna er ætlanin at lýsa søgu okkara, heilt frá tíðini tá teir fyrstu landnámsmenninir komu higar og aðrar persónar, sum hava havt sín leiklut í søguni.
Eitt lítið modell av savninum varð annars gjørt, men fórst í stóra eldsbrunanum í Hoydølum fyrr í ár.
Á loftinum í Fjørukrónni skal savnið skipast soleiðis, at tey vitjandi fáa eina kenslu av, hvussu tað var í tíðini, sum figurarnir lýsa. Hetta skal gerast bæði við myndum, ljóði og við lukti frá hesi tíðini.
Upprunaliga høvdu teir vónað, at savnið kundi lata upp í 2008, men hetta verður neyvan so.
- Gongst sum ætlað letur tað upp í 2009, sigur ein bjartskygdur Gunnar Skúvadal.
Banasár og banamaður
Í meir enn tvey ár hava tey í Vestmanna Touristcenter arbeitt við at fyrireika eitt søgusavn sum skal vera á loftinum í Fjørukrónni. Fyrstu figurarnir til savnið eru longu komnir. Talan er um Brestir, pápa Sigmund, og banamann hansara Havgrím.
Søgnin sigur, at brøðurnir Brestir og Beinir vórðu tiknir á bóli av fíggindum ein dagin teir vóru í Dímun eftir seyði. Hóast teir vardu seg og synirnar Sigmund og Tór manniliga, so varð endin at teir máttu lúta fyri fíggindunum, sum vóru nógv mannsterkari og høvdu betri vápn.
Fyrstu figurarnir lýsa hesa søguna. Havgrímur hevur júst rent spjótið gjøgnum Brest, og tá hesin kennir sær banasár, hálar hann spjótið enn longur inn fyri at røkka Havgrími og høgga hann niður eisini.