Liv lívið og bíða við sex

Nesvík: Fyrsta vikuskiftið í nýggja árinum verður árliga nýggjárslegan hildin í leguhúsinum.

Í ár hevur landsungdómsnevndin hjá Heimamissiónini valt at tosa um eitt evni, sum bæði er viðkomandi og avbjóðandi fyri tey, ið eru 16 ár og eldri.

Eitt av evnunum er um tey argument, sum eru fyri at bíða við sex, meðan ein í einum øðrum tíma tosar um samfelagið í dag, sum sigur “Liv lívið – hav sex”.

Enn er ikki greitt, hvør skal undirvísa á leguni. Men í øllum førum er greitt, at alt er lagt upp til eina spennandi nýggjárslegu við nógvum ymiskum á skránni.

Legan vendir sær serliga til støk og tey sum eru í parforholdi. Men hjún eru eisini vælkomin til Nesvíkar vikuskiftið 6. til 8. Januar 2012.