Í morgin millum klokkan 15:30 og 17:30 verður fernisering í hølunum hjá Dugna á Hjalla
Tað er Lív Arge í Hoyvík, sum sýnir fram.
Um seg sjálva, sigur Lív Arge, at hon er fødd í 1969, uppvaksin í Havn og býr í Hoyvík. Hon er gift og eigur trý børn.
– Eg havi frá ungum árum havt áhuga fyri at skapa og mála, og kreativiteturin hevur fylt nógv í mínum lívi. Málningarnir eru mítt kensluliga frírúm, har eg kann kobla upplivilsi, kenslur og tankar saman til mítt egna serliga, abstrakta mál, sigur hon.
Hon vísir á, at hetta hevur verið ein góður máti at fordjúpað seg og úttrykt seg uppá – og finna frið.
– Seinastu tíðina havi eg arbeitt meira miðvíst við málingini. Henda tíðin hevur verið spennandi, mennandi og ekspermenterandi. Henda framsýning er millum annað úrslitið av hesari tíðini. Stílurin er eksperminterandi og abstraktur og finnið eg millum anna íblástur úr føroysku náttúruni og heimliga umvørvinum, sigur hon.
Lív Arge hevur tikið lut við framsýningum í eitt nú Smiðjuni Lítluvík, ólavsøkuframsýningum hjá Lions, í SMS og Dugna.
Fernisering verður í morgin, 5. desember, hjá Dugna á Hjalla frá klokkan 15.30 - 17.30 – og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey á Hjalla.