- Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur, men skipini hava framvegis smáligan fiskiskap.
Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga, og soleiðis hevur verið hjá partrolarunum yvir eina longri tíð. Kanska kemur bati í, sum vikurnar ganga.
Um djúpvatnstrolararnar sigur marknaðurin, at bert tvey av hesum skipum eru á ísfiskaveiði og koma at leggja veiðina upp her heima.
- Hesir báðir fiska upsa og koma møguliga inn at landa seint í vikuni sum kemur.
Ein annar djúpvatnstrolari fiskar á djúpum vatni, men fer at landa veiðina uttanlands, og ein fiskar svartkalva og frystur veiðina umborð.
- Hinir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju ella eru á makreli, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Fríggjadagin var bara ein av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Teir fiska havtasku, men fiskiskapurin er smáligur. Trolbáturin kemur helst inn at landa mánadagin.
- Tvey garnaskip eru eisini til fiskiskap eftir svartkalva, og tey koma helst inn at landa seinast í vikuni.
Sambært Fiskamarknaði Føroya er fiskiskapurin hjá garnaskipunum batnaður.