Jógvan við Keldu
løgtingsmaður
Longur tú kemur inn í álitið um Føroya Trygdardepil, sæst greitt, at best og bíligast er at leggja hann í Klaksvík. - Høvundurin og fjølmiðlamaðurin Grækaris Magnussen var ikki nóg gjølligur í viðgerðini í Sjónvarpi Føroya næstseinasta fríggjakvøld.
Út frá teirri sanroynd at eg sum býráðsformaður í Klaksvík og løgtingslimur fyri Norðoyggjar var tætt knýttur at málinum um Trygdarmiðstøðina, tá hon endaliga fyri trimum árum síðani varð løgd í Klaksvík, og minnist á tunga burðin, fari eg at gera nakrar viðmerkingar, nú málið eisini hevur verið viðgjørt av Sjónvarpi Føroya.
Tórbjørn Jacobsen, fyrrv. landsstýrismaður í mentamálum greiddi mær frá fyrr í ár, at hann hevði sett nevnd til at koma við áliti um ein Trygdardepil.
Nevndin hevur fingið til vega álit, sum s/pf Westtec úr Sørvági hevur loyst úr lagdi.
Álitið er grundað á: Fund við kanningarnevndina 20. mars í ár. - Vitjan á Trygdarmiðstøðini í Klaksvík 11. apríl í ár. ? Vitjan á Brandskúlanum við Áir 18. apríl í ár. ? Umframt útflýggjað tilfar frá nevndini o.a.
Kanningarnevndin ið sipað verður til, eru fólkini, ið landsstýrismaðurin í mentamálum setti. Sum eg havi skilt, fevnir nevndin um Óla Hans Olsen fyri Mentamálastýrið, Súsanna Sørensen fyri Olju-málastýrið, Eyðun Berth Jacobsen fyri Fiskimálastýrið og Petur Lava Olsen, umboðandi vinnu-málastýrið.
Grundleggjandi misskiljingar
Álitið er ikki serliga drúgvt. Kanningin snýr seg bert um tvinnanda øki, nevniliga við Áir, og grótbrotið á Strond. ? Gingið verður í høvuðsheitum út frá eini samanlegging av Trygdarmiðstøðini í Klaksvík og Føroya Brandskúla við Áir.
Fyrst skal viðmerkjast ein grundleggjandi misskiljing. Talan er ikki um trý pláss í Klaksvík, men bert um tvey, nevniliga á Borðoyavík ella á Strond. (Tó kann verða talan um eina stutta skiftistíð, meðan flutt verður norður á Strond). ? Her er ov lættliga farið um hjá ráðgevarunum.
Ráðgevararnir hava gjørt eina samanbering av kostnaðinum. Teir koma til, at verður útbyggingin framd við Áir verður kostnaðurin 32 mill. kr. meðan kostnaðurin á Strond verður 48 mill. kr.
Spara 22.4 mill. kr. og kann gerast betri
Verður nú nærri hugt at hesi uppseting, fari eg fyribils at gera hesar viðmerkingar, sum eru av stórum týdningi:
- Skal stovnurin leggjast í Klaksvík, er óneyðugt við hotellfasilitetum 7 mill. krónur
Venjingarhylur við aldugeneratori. Avtala kann fáast við svimji- høllina, sum liggur skamt frá undirvísingarhølunum 6.3 mill. krónur
- Undirvísingarhøli, starvsfólkarúm eru til taks. Høli verða leigað, sum liggja stutt frá matstaði á Tekniska Skúla 9.1 mill. krónur.
Her kunnu í fyrsta lagi sparast 22.4 mill. krónur av teimum 48.3 mill., og møguleikarnir standa avgjørt fremri í mangar mátar. ? Nú fáa vit eitt tal sum er slakar 26 mill. krónur.
Ein vavgreytur
Víst verður eisini til í álitinum, at neyðugt er við frálæruhølum v.m., 370 fermetrar, og tað verður viðgjørt, sum um tað ikki er í Klaksvík.
Trygdarmiðstøðin í Klaksvík hevur ikki færri enn 412 fermetrar at ráða yvir ídag. ? Hetta áttu ráðgevararnir at vita.
Á síðu 6 verður mett, at plaseringin við Áir ger, at lætt kann ferðast millum heimstað og skeið- depilin.
Ovari á somu síðuni verður sagt, at »við Áir eru góð bústaðarviðurskifti«, tí liggur so væl fyri har.
Tá fólkið lættliga kann ferðast ímillum, hvør skal so brúka hesi góðu bústaðarviðurskiftini. Annars eru sera góð bústaðarviðurskifti longu í Klaksvík. ? Her er langt lop frá teori til praksis.
So er talan um roykin niðan á vegin frá komandi undirsjóartunnilinum. Hetta meta ráðgevararnir sum størsta týdning, »at vera sera óheppi at leggja virksemið við eldi og royki tætt upp at einari komandi høvuðsferðsluæðr«.
Samstundis, sum teir tosa um trý støð í Klaksvík, sum veruliga bert eru tvey, gongur kostnaðurin uppá staðið á Strond, roykurin siga teir verður uppi á Borðoyarvík.
Hetta álitið er ein vavgreytur, og eigur at endurskoðast í størri álvara.
Samstundis, sum roykurin frá Borðoyarvík verður gjørdur til eina hóttan, verður roykurin frá økinum við Áir, sum helst er størsta ferðsluøkið í Føroyum til »avmarkingar í samband við økt virksemi«.
Álitið hevur nógvar aðrar veikleikar, sum eg ikki fái tíð at viðgera her í fyrstu syftu.
Ein ógjølligur Grækaris
Tað sum ikki er minni álvarsligt í hesum málið, er viðferðin málið fekk fríggjakvøldið herfyri frá Grækarisi Magnussen í Sjónvarpi Føroya, hesin, ið bæði er útbúgvin fjølmiðlamaður og ein sera gjølligur høvundur.
Var nakað skil á í Sjónvarpi Føroya, átti hesin ? annars so dugnaligi ? fjølmiðlamaður at fingið eina átalu, tí vit eiga eisini at minnast til, at hann er úr sama øki, sum Áirnar liggja. ? Klaksvíkin hevur onki umboðsfólk í Sjónvarpi Føroya.
Hetta eru bert fyribils veikleikar eg her vísi á. Longur tú kemur inn í álitið, sæst greitt, at alt bendir á, at tað er bæði betri og bíligari at leggja depilin í Klaksvík. Hetta fari eg at biðja Oljumálastýrið, Fiskimálastýrið, Mentamálastýrið og Vinnumálastýrið leggja sær í geyma í eini víðari viðgerð.
Annars harmar tað meg, at Klaksvíkar Býráð ikki beinanveg gjørdi vart við seg. Trygdarmið-depilin var júst eitt mál, ið Klaksvíkar Kommuna í sínari tíð legði stóran dent á í hesum sjóvinnufrálæruøki.