Undanmaðurin hjá Bjørn Kalsø, Johan Dahl, setti í januar-mánað ein skjótt arbeiðandi bólk at gera eitt álit um støðuna í kreppurraktu rækjuvinnuni og hvussu vinnan skal skipast í framtíðini.
Bólkurin er nú liðugur við arbeiðið, og hósdagin fekk landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum álitið um rækjuflotan. Við Dimmalætting sigur Sólja í Ólavsstovu, deildarleiðari í Fiskimálaráðnum, at Fiskimálaráði fer ikki at kunna um innihald í álitinum fyrr enn týsdagin.