Benjamin Dagan, ísraelski sendiharrin til Danmark, Føroyar og Grønland, kom í gjár til landið at seta ísraelsku filmsdagarnar, sum eru í dag, í morgin og í ovurmorgin. Havnar Bio sýnir tríggjar ísraelskar filmar hesar dagarnar.
- Eg haldi, at hesir filmarnir, og list í síni heild, gevur tær møguleikan at hyggja inn í sálina á eini aðrari tjóð. Og tað er júst hetta sum ger, at nøkur hava so fortreð av listini, sigur hann.
Benjamin Dagan greiðir frá, at listin hevur verið ein týdningarmikil partur av ísraelska samleikanum líka síðani jødarnir komu aftir til miðeystur í 19. øld.
- Vit nýttu listina sum eitt tól at endurreisa okkara mentan og mál. Vit komu úr øllum heiminum og tað einasta, sum bant okkum saman, var okkara felags upphav. Mentanin bygdi brýr millum okkum, sigur hann.
Hann heldur, at ísraelska filmsmentanin er ein góður gluggi inn í ísraelska samfelagið, tí filmarnir umrøða evnið, sum fylla nógv í samfelagskjakinum. Mangir av filmunum nerta tí við evni sum víðgongdan politikk og átrúnað, arabiskar lagnur í Ísrael, samkyndleika og tvørkyndleika og stríðið millum tað gamla og tað nýggja, og Benjamin Dagan metir, at hetta vísir, at Ísrael er í eini líknandi støðu sum Føroyar.
- Filmarnir endurspegla lívið í Ísrael. Eitt livandi og virkið samfelag, men við stórum spenningum millum ymiskar bólkar. Tit hava nokk sama stríðið millum tey konservativu og tey frílyntu, so sum tey samkyndu. Í okkara føri eru tað konservativir jødar á aðrari síðuni móti teimum frílyntu á hinari síðuni, greiðir Benjamin Dagan frá.
Ein longri samrøða við ísraelska sendimannin er at lesa í Sosialinum, sum kom út í dag. Blaðið kann eisini lesast á netinum her.