2. februar verður Listavirðisløn Nósoyar Páls latin í Spinnaríðnum í Klaksvík, har hátíðarhald verður í hesum sambandi.
Listavirðisløn Nólsoyar Páls er ein listavirðisløn, ið varð sett á stovn í 2013 av Klaksvíkar býráð. Virðislønin, sum er gáva á 75.000 krónur, verður latin til eitt lokalt listafólk, sum á ein hvønn hátt hevur skarað framúr.
Higartil er virðislønin latin til:
2013: Hanus G. Johansen
2014: Edward Fuglø
2015: Eyð Matras
2018: Steintór Rasmussen