Listamaður við tveimum framsýningum

Í hesum døgum hevur Helgi Midjord , listamaður í Fuglafirði , tvær málningaframsýningar, eina hjá Føroya Tele í Kringruni í Hoyvík, og eina í Lobbyini á Hotel Hafnia í Havn

Tilsamans 20 málningar eru á báðum framsýningunum hjá Helga Midjord , teir flestu oljumálningar. Myndevnini eru føroyski báturin, og nógvir av málningunum bera heitið "Logn".

Helgi hevur altíð havt stóran áhuga fyri føroyska bátinum. Sum ungur hevði hann ætlanir um at læra til bátasmið, men einki lærupláss var tá at fáa í bygdini, so tað bleiv av ongum. Í skúlanum dámdi honum eisini best at tekna og mála.

Helgi er 40 ára gamal og fuglfirðingur. Hann hevur luttikið á fleiri Varmakelduframsýningum og á framsýningum hjá Lions í Runavík og í Havn. Hann hevur havt sínar egnu framsýningar í Ribarhúsi í Fuglafirði og í Smiðjuni í Lítluvík. Hann hevur eisini gjørt høggmyndirnar á Mentunarhúsinum í Fuglafirði. Helgi er annars útbúgvin skipsførari, men seinastu árini hevur hann arbeitt burturav sum listamaður.

Framsýningin hjá Føroya Tele hongur uppi í januar og februar, meðan tann á Hotel Hafnia verður allan januar mánað.