Listaframsýning við Gøtugjógv á páskum

Ferniseringin við tónleikaframførslu verður langafríggjadag.

Eins og undanfarin ár, verður listaframsýning í fimleikahøllini í skúlanum við Gøtugjógv um páskirnar. Ferniseringin við tónleikaframførslu og kaffi verður langafríggjadag kl.16, og Hanna Jensen úr Norðragøtu setur framsýningina.

 

 

Nú eru 6 ár síðani hendan páskalistaframsýning fyrstu ferð varð hildin, og tað eru lokal listafólk – úr Gøtu og Leirvík, sum sýna fram og sum hava tikið stig til tiltakið. Ikki færri enn 13 fólk eru við í ár, og ber hetta boð um eitt listarliga virkið fólk.

 

 

Navnframi teknarin, Jens Klæmint Jacobsen, hvørs rámandi keiputeknarar javnan eru at síggja, byrjaði ikki at sýna fram fyrr enn hann var 50 ára gamal. Hann eggjar tí ungum teknarum at byrja tíðliga at luttaka á framsýningum. Hann hevur nakrar av sínum yngru lærlingum við sær.

 

 

Onnur eru teknarar og málarar, sum hava fingist við list leingi. Eitt nú Tummas Jákup Thomsen úr Norðragøtu og Elisabet Maria Pálsdóttir úr Syðrugøtu. Sum nakað serligt sýnir Sædis Eilifsdóttir fram glarlist.

 

 

Framsýningin verður opin frá langafríggjadegi 30.03 til og við 2. páskadag 02.04. Opið er allar dagarnar frá kl. 16.00 til 19.00.

 

 

Luttakarar:

1.     Tummas Jákup Thomsen                                       Tekningar- tusj, litkrit og akryl

2.     Jens Klæmint Jacobsen                                          Tekningar - blýant

3.     Eik Klæmintsdóttir                                                 Tekningar – blýant, litblýant og

vatnlitir

4.     Lise-Lotte Baugsgaard Vindelbo                         Tekningar – blýant og máling

5.     Felisia Hammer                                                        Tekningar - blýant og litblýant

6.     Erla J. Ellingsgaard                                                  Tekningar

7.     John V. Petersen                                                      Tekningar

8.     Dagmar L. Mouritsen                                             Málningar- akryl

9.     Eivi Klæmintsdóttir                                                 Málningar - akryl

10.Valborg Klæmintsdóttir                                         Málningar

11. Halda Hansen                                             Málningar, akryl og tekningar, blýant/litblýant

   12.Elisabet Maria Pálsdóttir                                                      Vatnlitir og akryl

   13. Sædis Eilifsdóttir                                                                   Glaslist