Tá ið tingfundurin byrjar klokkan 11 í morgun, fara saltvinir at handa løgtingsformanninum og øllum tinglimum ein lista, har føroyskir tónleikarar og onnur listafólk hava skrivað undir eina áheitan á Løgtingið um at játta pening til ætlanina. Í skrivinum, sum fylgir við undirskriftunum, fegnast listafólkini um ætlanina, sum Vígdis Finnbogadóttir, fyrrverandi forseta Íslands, er verji hjá, um, at ætlanin nú er um at verða veruleiki.
- Vit, myndlistafólk og tónleikarar, eru glað um at vera partur av eini mentanar verkætlan, sum ruddar slóð fyri einum altjóða mentanarhúsi á Drelnesi, siga tey.
Nøkur av teimum, sum hava skrivað undir, eru hornorkestrini í Havn, í Klaksvík, á Tvøroyri, Sørvágs Tónleikafelag, Kirkjukórið Ljómur, umframt Teitur, Eivør, Brandur Enni, Rúni Brattaberg og onnur. Av myndlistafólkum, sum hava skrivað undir, kann nevnastt Zacharias Heinesen.










