Í hesi samrøðuni hevði Finbogi hug at geva góð ráð, og hóast alt annað enn samd við Finnboga um partapolitikk má eg viðganga, at tað kann vera áhugavert at hoyra hansara viðmerkingar og meiningar. Ofta speiskar og soleiðis orðaðar, at tær skulu kunna tulkast ymiskt.
Men tá Finnbogi segði, at andstøðan fyri at fáa ávirkan kundi havt lumpað og lirkað nakað í sambandi við fíggjarlógina, ið júst er samtykt, so eri eg rúkandi ósamd. Sambandsflokkurin var og er so dundrandi ósamdur við samgonguna, tí høvuðsendamálið í hesi fíggjarnevndarviðgerðini vóru sparingar fyri einhvønn prís frá samgongunnar síðu, og Sambandsflokkurin gongur ikki við til bert at fáa nøkur tøl at síggja væl út á pappírinum, og so er annars líka mikið, hvussu samfelagið sær út, bara vit røkka einum fullveldi!!
Ongin skal ivast í, at úrslitið av hesi fíggjarlógini verður ein rúgva av eykajáttanarumbønum, sum flestu samgongutingmenn annars hava bedýrað ikki koma uppá tal í framtíðini.
Sparingar funnu vit í andstøðuni, eingin kann siga annað, men teimum vildu samgongulimir ikki atkvøða fyri, sjálvt um fleiri teirra tóku undir við okkum, tá mikrofonin ikki var í nánd.
Eg eri samd við Finnboga, tá hann sigur, at ein politikari eisini skal standa til svars fyri sínum flokki og sínum veljarum, og júst av teirri orsøk kundu vit ikki góðtaka alt. Vit gjørdu tó eina roynd við at seta nøkur broytingaruppskot fram, ið eg eri viss í, fara at koma afturumaftur, men samstundis skal eg viðganga, at broytingaruppskotini kundu verið nógv, nógv fleiri.
Fíggjarlógin 2003
Aftan á at fíggjarlógin er samtykt, og kritikkur er farin at hoyrast, hava vit longu fleiri ferðir hoyrt landsstýrismenn t.d. Bjarna Djurholm og Páll á Reynatúgvu siga, at andstøðan hevur góðtikið allar sparingarnar umframt viðmerkingarnar, tí vit atkvøddu fyri lógini!
Tað er rætt, at Sambands-flokkurin atkvøddi fyri endaliga fíggjarlógaruppskotinum, men tað er so sanniliga ikki, tí vit taka undir við øllum. Eina fíggjarlóg skal landið hava, og har eru mál, sum vit taka undir við, men eg skal eisini vissa samgonguna um, at tá lógarbroytingarnar koma fyri, ið skulu rættvísgera teirra sparingar, so fara teir at síggja, hvar vit standa. Tað hava vit eisini longu gjørt vart við. Eisini fara vit framhaldandi at koma við okkara egnu broytingaruppskotum, og vit byrja longu í januar mánaði komandi.