Lions Club Suðuroy heiðrað

Í Føroyum eru nakrar deildir av Lions Club, ein teirra er í Suðuroynni. Henda hevur nú fingið heiðurin sum ídnasta og virknasta deild í sínum øki, ið telur Føroyar, Grønland og stóran part av Sælandi

 

 <?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


Lions Club er eitt altjóða samtak, sum to er býtt í smærri deildir. Í ríkinum eru nógvar deildir av hesum felagsskapinum og í Føroyum eru eini fimm Lions Klubbar.


                 Lions Club Suðuroy er partur av økinum, ið nevnist 106 D. Hetta fevnir um Føroyar, Grønland og Sæland, tó ikki Keypmannahavn.


 <o:p></o:p>


Heiður


Í heyst fingu feløgini í Føroyum vitjan úr Danmark, har økisleiðarin vitjaði føroysku Lions Klubbarnar.


                 Og nú hevur Lions Club Suðuroy fingið heiðursbræv, tí felagið er mett at vera ídnasta og virknasta felag í sínum øki, ið jú er rættiliga stórt.


                 Við fylgir bræv, har grundgeving og eydnuynski fylgja við, umframt heiðursbræv, diplom, og eitt merki til at heingja upp.


                 Á heiðursmerkinum stendur m.a. sum grundgeving fyri heiðurin, at  felagið fær henda sum ...udmærkelse for kultur- og samfundsaktiviteter for bedste indsats i distrikt 106 D...


                 Og merkið ber áskriftina Lions Club International ? cultural & community Activities.<o:p></o:p>


                 Limirnir í Lions Club Suðuroy fegnast um heiðurin og viðurkenningina fyri ídni. Og sera fegnir eru teir, tí hetta er nýggj fyriskipan, og felagið er sostatt tað fyrsta, ið fær hesa viðurkenning og henda heiður vístan.<o:p></o:p>


                 Lions Club Suðuroy varð stovnað í 1986.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>