Malmö FF úr Svøríki var ovast á ynskilistanum hjá ÌF í undankappingini til Europa League, men teir í ÍF lata ikki illa at lutakastinum.
Sambært Magnusi Jørmundssyni, formanni í ÍF var norðurírska liðið, Linfield FC tað liðið, ið lá næstovast á listanum hjá ÍF.
Ì ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu við Magnus Jørmundsson um lutakastið hjá ÍF.