Lindin við nýggjari sendirøð

Enn einaferð er M.C. Restorff ”á ferð”. Vit hava áður hoyrt hann sagt frá Grønlandi, Ukraina og í vikuni, sum fór, endaðu frásagnirnar úr Ísrael.

Landið í lýkkuni = Tær Kanarisku Oyggjarnar


M.C. brosar meðan hann undrast eitt sindur: ”Nú punktum er sett við tær 32 ferðafrásagnirnar úr Ísrael, hevði verið náttúrligt at vent Miðeystri bakið, siglt aftur á beint út úr Miðjarhavinum og síðani snara í stýriborð, lúkst heimaftur til Føroyar og lagt seg á sofuna – mission completed. Hetta hevði samstundis givið onkrum høvi til at hvílt sær oyruni. Ein annar annar hevði kanska brúkt steðgin til at samla sær nýggjan matarlyst áðrenn næstu útpurring frá undirritaða, hvat veit eg. Men so verður ikki!

Dreyi heldur í bakborð og haldi í ein sunnan.. framvið Marokko í Útnyrðingsafrika. Lagt verður stilt á Teimum Kanarisku oyggjunum, sum ein í hesum sambandi eri farin at nevna: ”Landið í lýkkuni”.

.

1. sending í luftina í dag kl. 13.10


Upptøkurnar byrjaðu longu fyrsta dagin havnamaðurin kom til kanarisku oynna Tenerife.

M.a. hoyra vit um grindahval og delfinir, sum fáa ferðafólk at leita á pílagrímsferð út á havið, har garvaðir sjógarpar gera sítt til, at hesi fáa eina ógloymandi uppliving. (Í einari seinni sending sleppir lurtarin við út á hav, har M.C. fer at siga frá upplivingini at hitta skyldfólk hjá okkara heimligu grindahvalum og springarum.)

Í hesu fyrstu sendingini verður farið ein stuttan túr í býin. Afturkomin á hotellið er ein ikki sørt ransakandi uppliving í sambandi við eina mótasýning í økinum rundan um svimjihylin.

Lisin verða 2 stutt brot úr bók hjá kenda prædikumanninum D.L. Moody um Himmalin,

og ímillum mongu frásagnirnar í hesi 1. sendingini, er sjálvandi eisini søgan um upprunan til teir fagurtlittu gulu kanariufuglarnar, sum fjølga um heimahugnan hjá fólki um heimsins kring.

Sendingin er longu aftur at hoyra í annaðkvøld kl. 23


Bacalao døgurði kveikti áhuga fyri søgu


”Hetta eina kvøldið á Tenerife, vóru vit 6 føroyingar til borðs á einari fiskamatstovu”, sigur M.C., sum sigur at bacalao merkir toskur á sponskum. ”Varnaðist eisini, at føroyska søgan um klippfiskaframleiðsluna ikki er skrivað. Spennandi varð at leita í bókum og gomlum skjølum. Var eisini úti á Fróðskaparsetrinum og spurdi meg fyri.”

Í 5. sendingini byrjar kunningin um klippfiskin, og fyri at samanbera heimligu søgu okkara við aðrar, verður eisini nomið við hina norsku klippfiskasøguna.


El Silbo floytimálið


Flestu føroyingar duga at floyta, men ein gomul siðvenja á kanarisku oynni La Gomera ger tað møguligt at samtala hvør við annan á floytimáli, sum burturi í haga hoyrist einar 6 km, tá lotið er við. Hetta við floytimálinum er bara eitt av tí forkunniga, sum M.C. borðreiðir við í nýggju røðini sunnan úr Atlantshavi.


Himnasinnaðir sangir


Veðurlagið á Oyggjunum í lýkkuni er júst, sum mangur roknar við at Himmalin fer at bjóða uppá: ikki ov heitt – ikki ov kalt, men passaligt. Trúboðarin, Victor Danielsen, skal hava sagt, at hann visti ikki um nakran við fótakulda, sum var blivin umvendur á einum møti. Hetta skuldi verða ein eyggjan til teirra, sum stóðu fyri møtunum, at hita væl áðrenn fólkið kom. ”Fótakuldi í himmiríki?” lær M.C. ”Nei tað rokni eg ikki við. Tvørturímóti! Haldi meg í hesum frásagnunum til sangir, sum umtala Himmalin.”


Røtt árstíð at byrja sendirøðina


”Fyri jól – og á jólum sært tú tær ymsu sjónvarpsstøðirnar og biohøllirnar sýna filmar við kava og kanska eisini jólamonnum. Tað er í fínasta lagi. Tú sært í harafturímóti ongan film við jólamonnum á hásumri.

Í hvussu er og ikki; nú dagarnir hjá okkum enn eru stuttir, og fólk flest leingjast eftir ljósi og lívi úti í náttúruni, koma hesar frásagnirnar hjá mær, sum eitt balsam – vóni eg í hvussu er,” sigur M.C.

”Veit ikki hvussu nógv hann og hon ganga og hugsa um himmalin til gerandis. Veit bara, at hvør okkara í sínum lagi roynir at krøkja seg til lívið, so leingi vit og skil er nøkulunda í lagi,” hugleiðir fyrrverandi hotelmaðurin, sum enn einaferð lutar uttanlendis upplivingar sínar við onnur, meðan hann hegnisliga kryddar við smásøgum og hvørjum av sínum, sum stakst upp á hann á leiðini.