Tríggjar kvinnur høvdu meldað seg til Bikini Fitness Føroyar 2015. Her vann Linda Oliversdóttir Andreasen frammanfyri Odu Kjartansdóttir Strøm og Maritu Debes Magnussen.
Í Bikini Fitness kappingini eru tvey umfør, har luttakarnir verða dømdir eftir. Eitt presentations umfar og eitt “symmetri” umfar. Í báðum førum vann Linda, sum sostatt eisini gjørdist vinnari av kappingini.
Um tvær vikur skal Linda luttaka í kapping í Danmark.