Linda og Anna LIVE á DR um vikuskiftið

Anna Nygaard og Linda Andrews verða báðar at síggja á X-Factor skíggjanum hjá DR bæði í kvøld og annaðkvøld. Í kvøld framførur Linda eitt nýtt lag í X-Factor Special. DR bjóðar alt vikuskiftið til LIVE X-Factor undirhald, og í kvøld verður Linda Andrews aftur at síggja á X-Factor skíggjanum við einum spildurnýggjum lagið.

 

-So er tað í kvøld, at eg fari at framføra eitt sjálvskrivað, spildurnýtt og funky lag, sum er til allar mínar fjepparar, sigur Linda Andrews á hennara fjeppara síðu á Facebook.

 

 

Anna í Finaluni

Og í annaðkvøld verður tann stóra X-Factor finalan í Parkini, har eisini báðar føroysku stjørnurnar fara at framføra.

Linda Andrews og ársins føroyska X-Factor stjørna, Anna Nygaard, trína á X-Factor pallin í Parkini, við hvør teirra framførslum.