Enn er ógreitt hvørjar ætlanir Linda hevur, tá hon kemur til Føroya, men greitt er, at almenn móttøka verður fyri Lindu mikudagin, tá hon kemur aftur á klettarnar fyri fyrstu ferð, síðani hon gjørdist X-Factor vinnarin 2009.
Hvar almenna móttøkan verður er enn ógreitt, og tað verður sum vant her í Føroyum veðrið, sum ræður.
- Um veðrið verður til vildar, so verður móttøkan í miðbýnum í Havn, um ikki, so verður móttøkan væntandi í SMS, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2, ið hevur lagt til rættis fyrstu vitjanina hjá Lindu í Føroyum, síðani hon vann X-Factor finaluna fríggjakvøldið.
Linda gleðir seg at koma til Føroya
Tá stóra finalukappingin var, vóru nógvir føroyingar komnir saman á Hvonn, til tess at vísa teirra stuðul til Lindu Andrews. DR sendi beinleiðis frá Hvonn, og myndirnar hagani fingu kenslurnar hjá Lindu at kóka.
- Beint áðrenn eg skuldi á pallin sá eg familju mína á Hvonn, mínir gomlu floksfelagar og ikki minst mínar vinir. Tá eg so trein á pallin, og sá mína vøkru dóttir sita har saman við sínum vinum gjørdist tað ov nógv, og tárini pressaðu seg fram. Men eg megnaði at steðga tí í síðstu løtu, sigur Linda.
Hóast eftirspurningurin eftir Lindu er øgiligur, og nógv er á skránni hjá henni, so gleðir hon seg hóast alt til at sleppa til Føroya aftur.
- Eg gleði meg at sleppa at takka føroyingum persónliga, sigur Linda Andrews, ið mikudagin kemur aftur á klettarnar.