Linda fær rós fyri sangin

Tað er ikki stóra showið yvir Lindu Andrews, men hon hevur eina framúr góða rødd, halda ummælarar hjá BT Danska blaðið BT brúkar egnar ummælarar at fylgja X Factor kappingini hjá DR.

 

Fríggjakvøldið sang føroysk Linda Andrews seg víðari í kappingini, og hon fekk nógv rós fyri sína tryggu framførslu í sendingini.

 

Ummælararnir hjá BT halda, at framførslan hjá Lindu Andrews var eitt sindur keðilig, men teir halda, at hon er ein framúr góður sangari.

 

- Eg kann bara siga, at Whitney Houston, Cline Dion og Mariah Cary hava fingið eina vinkonu, sigur Kenny Aleksandr, sum er ein av ummælarunum hjá BT.

 

Linda Andrews skal aftur í eldin í X Factor fríggjakvøldið.