Í eina viku, frá 22. til 28. november, verða jólakonsertir við Lindu Andrews í sjey kirkjum í Føroyum.
Jólini nærkast í hvørjum, og áðrenn alt jólastákið fer í gongd, verður høvi hjá fólki kring landið at uppliva eina hugnaliga og intima konsert við Lindu Andrews og hennara klaverspælara.
Í fjørð gav Linda út føroysku jólafløguna ?Minnir ið fløva? saman við Malmø Symfoniorkestur sum m.a. inniheldur eina duet við Jógvani Hansen og kórsang við Dubultkvartettini. Tað er tilfar frá hesi jólafløgu, sum Linda fer at framføra á konsertferðini. Á fløguni eru nógv heimskend jólaløg, sum á fyrsta sinni nú eru umsett til føroyskt sum t.d. Ave Maria, Tit trúføstu komið, Kavajól og Jólasangurin.Umframt solosang og klaver fær Linda eisini eina vitjan av fleiri børnum, sum fara at syngja saman við henni á konsertini.
Skráin fyri konsertferðina sær soleiðis út: 22. nov. í Tvøroyrar Kirkju, 23. nov. í Glyvrar Kirkju, 24. nov. í Hoyvíkar Kirkju, 25. nov. í Skálavíkar Kirkju, 26. nov. í Kollafjarðar Kirkju, 27. nov. í Norðskála Kirkju og 28. nov. í Miðvágs Kirkju.
Allar jólakonsertinar, sum eru ókeypis, byrja kl 19 og vara umleið ein tíma.