Limatalið í fólkakirkjuni vaksandi

- men lutfalsliga minkandi

Limatalið í føroysku fólkakirkjuni er vaksandi. Tað skrivar heimasíðan hjá folkakirkjan.fo.

 

Fólkakirkjan vil gera upp við uppáhaldinum um, at limataliðið í kirkjuni er fallandi og vísir á, at frá 2013 til 2015 vaks limatalið við góðum 400 fólkum, frá 39,466 uppí 39,879.

 

Tó staðfesta tey eisini, at limatalið í kirkjuni ikki stendur mát við vaksandi fólkatalið í Føroyum. Tað vil siga, at fólkatalið veksur lutfalsliga skjótari enn limatalið í kirkjuni og tí er ein minni partur av samlaða fólkinum limur í fólkakirjuni.

 

Í 2013 vórðu 81.9% limir í fólkakirkjuni í mun til 81.1% í 2015.

 

Hvat orsøkirnar til tað eru, kunnu sjálvandi verða nógvar, men ein orsøk er, at nógv teirra, ið flyta heim til Føroya, hava aðra kirkjuliga bakgrund enn tað kirkjuligu ella annan átrúnað.