Liljan Weihe fingið triðja ætlanarskrivið

Fyrst varð hon uppsøgd, síðani fekk hon í boðið eitt starv við munandi minni løn, nú fær hon í boðið eitt starv minni í tign, men við somu løn.

Orrustan í Kringvarpinum tykist ongan enda taka. Tí meðan Liljan Weihe hevur verið burtur frá arbeiði í Kringvarpinum, síðani hon varð koyrd úr starvi beint fyri jól í fjør, so er málið framvegis ikki avgreitt.



Mentamálaráðið ógyldaði uppsøgnina av Liljan Weihe og sostatt var hon aftur tíðindaleiðari í Kringvarpinum – í øllum førum í nakrar dagar í apríl. Men síðani kom næsta ætlanarskriv frá Johnny í Grótinum. Hesaferð ikki við einari uppsøgn, men við einum nýggjum starvi, gjørt til endamálið, har Liljan Weihe skuldi fara knappar 4000 krónur niður í løn og taka sær av serstakliga ráðgevandi uppgávum í Kringvarpinum.



Men Liljan Weihe takkaði nei. Og nú er triðja ætlanarskrivið komið frá Johnny í Grótinum. Hesaferð við sama innihaldið – serstakliga ráðgevandi arbeiði av ymisku slagi – men við somu løn. Grundgevingin fyri, at Johnny í Grótinum heldur Liljan Weihe skal varðveita deildarleiðaralønina uttan at vera deildarleiðari er, at summar uppgávur eru tær somu, sum tá hon var tíðindaleiðari. Men orsøkin til, at Johnny í Grótinum ikki vil, at Liljan Weihe er í tíðindaleiðarasessinum er, at hann hevur mist álitið, sigur hann.



- Eg eri komin til tað niðurstøðu, at eg ætli at flyta teg í annað starv innan setanarøkið. Leiðsluatburður tín var so grundleggjandi skeivur, at eg ikki kann hava álit á, at tú kast røkja uppgávuna sum tíðindaleiðari á nøktandi hátt, ei heldur at tú kanst vera partur av leiðslubólki stovnsins, skrivar Johnny í Grótinum.



Men Sigmund Poulsen, sakførari hjá Liljuni Weihe, vísir á í aftursvarið, at hetta ikki er ein nøktandi niðurstøða.



- Eg skal minna teg á, at Mentamálaráðið hevur staðfest, at Liljan Weihe framvegis er tíðindaleiðari í KVF, og at tín roynd at koyra hana úr starvinum er ógildað. So kanst tú ikki koma nú einaferð enn og siga hana úr starvinum – tí tað er nettupp tað, sum tú gert, hóast tú kallar tað ”flyting inn setanarøkið”. Hendan triðja royndin hjá tær at fáa hana úr starvinum sum tíðindaleiðari er líka lítið ein ”flyting innan setanarøkið”, sum tann undanfarna, sum tú slepti eftir mítt hoyringssvar, skrivar Sigmund Poulsen til Johnny í Grótinum.



Víðari afturvísir hann møguleikanum um at flyta Liljan Weihe í hetta akademiska starvið, sum Johnny í Grótinum hevur skotið upp. Hann nýtir sjúkrarøktarfrøðingar sum dømi, og sigur, at hugsa vit, at ein sjúkrarøktarfrøðingur er settur sum ”sjúkrarøktarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum” og viðkomandi starvast á medisinsku deild, er einki í vegin fyri at flyta viðkomandi yvir á skurðdeildina – sum sjúkrarøktarfrøðingur, um trupulleikar stinga seg upp í arbeiðnum. Ein slík flyting hevði verið ein flyting innan setanarøkið, og tað hevði lati seg gjørt uttan varsil – nettupp tí tað bæði fakliga og fysiskt er innan setanarøkið.



- Men tað ber ikki til at flyta ”innan setanarøkið” við at flyta nevnda sjukrarøktarfrøðingin í nýtt starv sum laborantur, skrivstovufólk, vaskifólk ella annað á landssjúkrahúsinum, sjálvt um tað fysiska setanarøkið var landssjúkrahúsið. Hetta er ein rættiliga grundleggjandi og alment kend reglan innan starvsfólkarættin, sigur Sigmund Poulsen og vísir á, at setanarøkið hjá Liljuni Weihe er ikki bara Kringvarp Føroya, men ”Leiðari í Aktuelt deildini í Kringvarpi Føroya”.



- Tí ber rætt og slætt ikki til at flyta Liljan Weihe innan setanarøkið, tí tað er einki annað slíkt starv í Kringvarpinum. Løgfrøðiliga er eingin ivi: Verður ætlanin sambært ætlanarskrivið framd, er Liljan Weihe søgd úr starvi sum tíðindaleiðari, einaferð enn – og beint ímóti tí, Mentamálaráðið hevur avgjørt, sigur Sigmund Poulsen.





Ógreitt er, hvat nú hendir í málinum. Í øllum førum kann staðfestast, at allar súðir ikki enn eru syftar í Kringvarps orrustuni.