– Tú kanst kanska siga, at vit nú hava ein hálvan fót í finaluna, men so vil eg allíkavæl leggja aftrat, at her er einki avgjørt enn, sigur venjarin hjá kvinnunum hjá Kyndli, Geir Wardum, eftir at hansara lið í gjár vann á VB, samstundis sum VÍF/Tjaldur spældi javnt ímóti StÍF.
– Støðan er tann, at vit sjálv kunnu gera av, um vit skulu koma í finaluna ella ikki. Har hava vit ein øgiliga týdningarmiklan dyst næstu ferð, sum er á útivølli ímóti júst StÍF, ið eisini hevur verið eitt av okkara harðastu mótstøðuliðum í vetur, so vinna vit tann dystin, skuldi sæð gott út hjá okkum.
Geir minnir á, at Kyndil bara akkurát vann á útivølli ímóti StÍF í november, fyri síðani á heimavølli at tapa fyri StÍF og so at skula stríðast hart fyri at fáa ein javnleik í Havn fyri tveimum mánaðum síðani. Og at StÍF í gjár eisini tók eitt stig frá Tjaldri, tekur Kyndilsvenjarin sum eina áminning um, at tað hjá Kyndli er alt annað enn lætt at basa StÍF í vetur.
Starvsfelagi hansara í VÍF/Tjaldur, Jan Ottosen, var eisini alt annað enn nøgdur við avrikið, ið hansara lið vísti á Skála:
– Vit fingu eitt stig, men vit skuldu havt tvey, so hetta var ikki nóg gott. Vit spældu ikki betri enn StÍF, men vit brendu alt ov nógvar kjansir og spældu ov ofta bóltin upp í hendurnar á teimum, sigur hann og vísir á, at hetta er annar javnleikurin hjá VÍF/Tjaldur upp í slag.
– Ímóti VB í síðstu viku skuldu vit havt vunnið og høvdu kjansin til tað, og hesaferð ger StÍF tað rætta, meðan vit ikki gera tað, og tí fáa vit ikki meira enn ein javnleik burturúr.
Hóast nógv talar ímóti, hevur Jan Ottosen enn ikki mist vónina um, at VÍF/Tjaldur framvegis kann koma í finaluna.
– Vit mugu vinna á Kyndli og eisini á Neistanum, og so skulu vit vóna, at Neistin eisini vinnur ímóti Kyndli, tí nú hava vit brúk fyri hjálp frá øðrum, skulu vit klára tað, sigur hann.