Liggja á sjúkrahúsi tí tey hava onga aðrastaðni at fara

Trupulleikin kann næstan bara loysast upp á ein máta, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum

Í løtuni liggja sjey fólk á sjúkrahúsunum kring landið tí at tey ongastaðni hava at fara. Hetta eru fólk, sum vórðu innløgd, men sum mugu verða liggjandi á sjúkrahúsinum eftir at viðgerðin er liðug, tí at tey ongasðtaðni hava at fara.

Hetta sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, nú Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvussu støðan er á hesum øki.

Landsstýrismaðurin sigur, at í fjør vóru 44 fólk innløgd á sjúkrahúsunum, eftir at viðgerðin var liðug, og tilsamans vóru tey innløgd í samfullar 1.101 dagar.

Frá 1. januar til 18. februar í ár, hava 18 fólk verið innløgd á sjúkrahúsi eftir at viðgerðin var liðug og tey hava ligið í tilsamans 381 dagar.

Landsstýrismaðurin sigur, at tað eru ymiskar orsøkir til, at tey ikki kunnu útskrivast, eftir at viðgerðin er liðug, men sum heild er orsøkin, at tey onga aðrastaðni hava at fara.

Talan kann vera tí at tey bíða efir plássi á røktarheimi, tað kann vera tí at tey ikki klára seg heima einsamøll, at tey fáa ikki nokk av heimahjálp, ella øðrum stuðuli, ella at tey rætt og slætt eru heimleys.

Landsstýrismaðurin hevur eisini gjørt støðuna upp fyri tíðarskeiði frá 1. januar í fjør, til 18. februar í ár. Og hann sigur, at teir báðir sjúklingarnir undir 67 ár, sum hava ligið longst á sjúkrahúsi eftir lokna viðgerð í hesum tíðarskeiði, hava  ligið í ávikavist 281 dagar og 267 dagar.

Er talan um sjúklingar yvir 67 ár, hava teir báðir, sum hava ligið longst eftir lokna viðgerð, ligið í ávikavist 88 og 57 dagar á sjúkrahúsinum.

– Hetta er ein trupulleiki, sum fyrst og fremst má loysast við at útvega fleiri bústaðir, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Og hann leggur afturat, at ein partur av loysnini er í bústaðarpakkanum, sum Løgtingið nú hevur til viðgerðar.

Aðrastaðni krevja sjúkrahúsini gjald frá kommununum og almannaverkinum fyri sjúklingar, sum ikki sleppa av sjúkrahúsinum, hóast viðgerðin er liðug. Í Danmark er tað ókeypis ta fyrstu vikuna, aðru vikuna kostar tað 2.127 krónur um dagin, og er talan um meir enn tvær vikur, er gjaldið heilar 4.254 krónur um dagin.

Landsstýrismaðurin sigur, at spurningurin um at taka gjald fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar, varð umrøddur fyri nøkrum árum síðani, men enn hevur tað ikki verið til umrøðu í hesum landsstýrinum.

Hann sigur, at hann hevur ikki tikið støðu til, um ein slík skipan skal setast í verk í Føroyum, men hetta er eitt mál, hann ætlar at taka upp.