Liga Cup: Tottenham, Chelsea og City víðari

Tottenham vann greiðan sigur hóast torførar umstøður

Spælararnir hjá Tottenham høvdu bara tvey samdøgur, at hvíla til dystin móti Aston Villa í Liga Cup í kvølds. Hesum var Andre Villas-Boas skjótur at vísa á undan dystinum. Hetta skuldi tó ikki vísa seg at gera nakran mun. Totenham vann ikki minni enn 4-0.

 

Jermaine Defoe skoraði tvey, meðan Paulinho og Nacer Chadli, sum báðir komu til í summar, skoraðu hvør sítt.

 

Manchester City vann heili 5-0 á FA Cup vinnarunum frá í fjør, Wigan. Stevan Jovetic fekk tvey, meðan Yaya Toure, Edin Dzeko og Jesús Navas skoraðu eitt í part. Eisini Chelsea greiddi sín setning og vann 2-o á Swindon. Fernando Torres og Ramires skoraðu málini.

 

Av Premier League liðunum, sum ikki komu víðari eru Everton, sum tapti 2-1 fyri Fulham, Aston Villa, og Cardiff, sum tapti fyri West Ham.

 

Liga Cup 3.umfar:

Aston Villa 0 - 4 Tottenham

Burnley 2 - 1 Nottm Forest

Hull 1 - 0 Huddersfield

Leicester 2 - 1 Derby

Man City 5 - 0 Wigan

Southampton 2 - 0 Bristol City

Sunderland 2 - 0 Peterborough

Swindon 0 - 2 Chelsea

Watford 2 - 2 Norwich (Umdystur í gongd)

West Ham 3 - 2 Cardiff

Fulham 2 - 1 Everton