Liðskiparin: Vit eru hepnar at hava slíkar ótrúligar fjepparar

DR hevur prátað við Pernille Brandenborg og Claus Mogensen

DR gjørdi samrøður við liðskiparan hjá føroyska kvinnulandsliðnum, Pernille Brandenborg og landsliðsvenjaran, Claus Mogensen aftaná Danmark hevði vunnið 33-24 á Føroyum.

 

Liðskiparin segði, at við slíkum fjepparum eru tær tað hepnasta liðið í øllum EM-endaspælinum. Endaspælið hevur verið hæddarpunktið á hondbóltsyrkisleiðini hjá Pernille, og hon vónar av hjarta, at hon sleppur til fleiri endaspøl við føroyska landsliðnum.

 

Claus Mogensen segði, at tað er heilt serstakt at uppliva, at ein heil tjóð stendur aftanfyri eitt lið.

 

HER  ber til at síggja og hoyra samrøðurnar.