Liðini hjá Ingibjørg og Natasju skulu spæla upp til fimm hálvfinalur

Føroysku landsliðsleikararnir, Ingibjørg Olsen og Natasja Hammer koma at síggja nógv til hvørja aðra komandi tíðina

Tað verður, ið hvussu er eitt føroyingalið í meistaraskapsfinalunum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum.

 

Liðið hjá Ingibjørg Olsen, ÍBV og liðið hjá Natasju Hammer, Haukar skulu spæla hálvfinalur í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Spælt verður best av fimm dystum. Verður talan um fimm dystir fær ÍBV tríggjar dystir á heimavølli.

 

Føroyingauppgerðirnar um rættin at spæla í finalunum vera leygardagin 29. apríl, mánadagin 1. mai og mikukvøldið 3. mai.

 

Ein møgulig 4. hálvfinala verður leikt leygardagin 6. mai, og ein møgulig 5. hálvfinala verður leikt týskvøldið 9. mai.

 

So Ingibjørg Olsen og Natasja Hammer koma at síggja nógv til hvørja aðra komandi tíðina.