Tað gleðiliga fyri føroyska hondbóltslandsliðið var, at Vilhelm Poulsen var aftur við í dysti hjá Hannover-Burgdorf í týsku bundesliguni í dag.
Tað minni gleðiliga var, at Hannover heilkiksaði á heimavølli móti botnliðnum, Göppingen. Hannover kundi við sigri lagt seg á odda í bundesliguni, men tað endaði við einum óvæntaðum 36-30 sigri til Göppingen. Útiliðið var frammanfyri 18-15 í steðginum. Vilhelm fekk ein málmøguleika í dystinum, og hann setti hann í netið.
Jóhan á Plógv Hansen skoraði fimm mál, øll tað fyrsta korterið, tá Flensburg-Handewitt á heimavølli leikti javnt 39-39 móti nummar 11 í deildini, Eisenach. Í steðginum var Flensburg á odda 21-18, og eitt skiftið í seinna hálvleiki var Flensburg á odda 35-30. Móti dystarenda hevði Flensburg eina 39-37 leiðslu, men teir bundu ikki fyri, og so fekk Eisenach tvey mál og eitt óvæntað stig.
Støðan í oddinum:
1. Füchse Berlin 25 dystir - 40 stig
2. Melsungen 25 dystir - 40 stig
3. Hannover-Burgdorf 25 dystir - 39 stig
4. THW Kiel 25 dystir - 36 stig
5. Flensburg Handewitt 25 dystir - 34 stig
6. Magdeburg 21 dystir - 31 stig (hava leikt fýra dystir færri enn topp 5)
HER ber til at síggja samandráttin frá dystinum millum Hannover og Göppingen:
##med2##
HER ber til at síggja samandráttin frá dystinum millum Flensburg og Eisenach:
##med3##