3000 áskoðarar til fyrsta kvinnulandsdystin við Tjarnir

Sera stórur áhugi er fyri fyrsta kvinnulandsdystin við Tjarnir, tá Litava kemur á vitjan í annaðkvøld klokkan 19

– Stórur áhugi er fyri dystinum, og út við 3.000 áskoðarar koma at vera til dystin. Dyrnar við Tjarnir lata tí upp longu kl. 16:30. Upphiting verður í høllini, har Jens Marni fer at spæla og verður møguleiki fyri at keypa sær okkurt at eta og drekka. Har verður sjálvandi eisini møguleiki at fáa andlitsmáling og søla verður av fjepparalutum.

 

Soleiðis skrivar Hondbóltssambandið í sambandi við kvinnulandsdystin millum Føroyar og Litava í annaðkvøld.

 

Enn er bara koyrandi til stórhøllina umvegis rundkoyringina við Eysturoyartunnilin.

 

– Roknast kann við, at nakað av ferðslu verður niðan til høllina, tí er umráðandi, at áskoðarar møta í góðari tíð, sigur Hondbóltssambandið.

 

– Hóast tað eru fleiri enn 600 parkeringspláss uttanfyri stórhøllina, so vilja vit heita á, at fólk royna at savnast í fleiri bilum, tí royndirnar frá undanfarnu tiltøkum í høllini eru, at stórt trýst er á bæði ferðsluni og parkeringsplássunum, skriva tey.