Tað hevur ført til atfinningar, at tey trý fólkatingsfólkini úr norðuratlantshavi ætla at verja danska veðurlagsráðharran Lars Aagaard, sum í morgin skal í samráð um eitt mál, har upplýsingar hava verið afturhildnar fyri fólkatinginum.
Óvist er, um málið kann enda við, at Lars Aagaard noyðist at fara úr starvinum, men við undirtøkuni stendur hann sterkari undan samráðnum, sum væntandi verður avgerandi fyri framtíðina hjá ráðharranum. Tí eru atfinningar.
- Hví blanda norðuratlantisku umboðini seg uppí, um danska fólkatingið hevur álit á veðurlagsráðharranum? Eg havi ongantíð sæð tey møtt á nevndarfundi í veðurlagsnevndini ella samráðingarfundi í Veðurlagsmálaráðnum.
- Eg haldi, at talan er um óhóskandi uppíblanding í danskan innanríkispolitikk, sigur veðurlagstalsmaðurin Torsten Gejl frá Alternativet.
Tey trý norðuratlantisku tingfólkini boðaðu seinnapartin frá, at tey stuðla veðurlagsráðharranum Lars Aagaard í málinum um fjaldar upplýsingar um seinkingar í útbyggingini av elnetinum.
Hetta skriva tey í tíðindaskrivi til Ritzau.
Talan er um Aaju Chemnitz úr IA í Grønlandi og Annu Falkenberg úr Sambandsflokkinum og Sjúrð Skaale úr Javnaðarflokkinum.
Siðvenja er, at fólkatingslimir úr Grønlandi og Føroyum ikki blanda seg í innanhýsis politisk viðurskifti í Danmark. Tí kallar SF tað ótrúliga óvanligt, at norðuratlantisku fólkatingsumboðini nú blanda seg uppí.
- Tað er skuffandi og undarligt, at hetta er fráboðað áðrenn samráðið. Men nú mugu vit síggja, hvussu samráðið fer fram, sigur politiska framsøgukvinnan Lisbeth Bech Nielsen úr SF við P1-orientering hjá DR.
Hon fer ikki at "spekulera" í, hvussu tað ber til.
Hon heldur eisini, at tað er ósømiligt at boða frá áðrenn hoyringina, har tey sambært henni hava gjørt niðurstøður frammanundan.
- Tú leggur ikki í substansið í málinum, tú stuðlar bara stjórnini óansæð hvat, sigur hon.
Forkvinnan í Konservativa flokkinum, Mona Juul, vendir atfinningunum móti stjórnini.
- Okkara "grøna" stjórn hevur grovar seinkingar til elnetið, til brintleiðingar, oyðilagt havvindútboðið og steðgað grønu umleggingina væl og virðiliga.
- Nú fara tey eisini at bjarga veðurlagsráðharranum, hóast hann hevur afturhildið avgerandi upplýsingar fyri Fólkatinginum. Longu áðrenn hann hevur givið sína frágreiðing í samráðnum í morgin. Óseriøst og ábyrgdarleyst, skrivar Mona Juul á X.
Tey trý norðuratlantisku fólkatingsumboðini hava álit á, at ráðharrin í framtíðini fer at kunna fólkatingið betur.
Hinvegin vilja teir tríggir politikararnir framvegis leggja dent á, at tað er atfinningarsamt, at Lars Aagaard dylur seinkingarnar.
- Tað er avgerandi fyri álit og tingarbeiði, at flokkarnir á Fólkatingi verða kunnaðir áhaldandi, skriva tey.
Samstundis gera tey vart við, at ráðharrin hevur biðið um umbering og viðurkent, at vantandi orientering var vandamikil.
Tað hevur ikki eydnast Ritzau at fáa fatur á Aaju Chemnitz og Sjúrði Skaale, meðan Anna Falkenberg upplýsti, at hon ikki hevði fleiri viðmerkingar.
/Ritzau/