Abbas Araghchi skal hitta Vladimir Putin

Sambært iranskum miðlum hevur iranski uttanríkisráðharrin eitt bræv við sær frá ovasta leiðara landsins, Ayatolla Ali Khamenei

Abbas Araghchi, sum er iranskur uttanríkisráðharri, kom til Moskva í dag. 

 

Sambært tíðindastovuni Reuters er ætlanin, at hann skal hitta russiska forsetan, Vladimir Putin.

 

Tá hann kom, segði iranski uttanríkisráðharrin, at Iran altíð hevur leitað sær ráð hjá Russlandi í kjarnorkuspurningum.

 

Sambært iranskum miðlum hevur Abbas Araghchi eitt bræv við sær frá ovasta leiðara landsins, Ayatolla Ali Khamenei.

 

Iranskir miðlar siga, at hetta er eitt bræv, sum russiski forsetin, Vladimir Putin, skal hava.