Fyrrverandi vinnulívsmaðurin og politikarin, Olaf Olsen, varð føddur í Søldarfirði 17. apríl í 1935.
Hann er útbúgvin stýrimaður 1959 og skipsførari 1965 við prógvi frá Danmarks Tekniske Højskole 1967. Hann starvaðist sum skipari i 1959-71, sum stjóri fyri P/F Vónini 1971-81 og 1983-89, og sum stjóri fyri P/F Beta 1977-81, 1983-89 og 1994-2004.
Olaf Olsen var løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin tíðarskeiðið 1980-1994 og landsstýrismaður 1981-1983 í fiskivinnu- og handilsmálum og í 1989-1991 í ídnaðar-, heilsu- og landbúnaðarmálum.