Týskvøldið vóru seinnu fjórdingsfinalurnar leiktar í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá monnum.
Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni tóku ímóti Bjarna í Selvindi, Allan Norðberg og teirra liðfeløgum í Garðabær.
Valur vann dystin aftaná longda leiktíð, og vann sostatt fjórðingsfinaluuppgerðina 2-0.
Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 26-26. Í longdi leiktíðini var Valur greitt omaná, og vunnu valsmenn dystin 32-28.
Bjarni (myndin) var toppskjútti hjá Vali við seks málum. Allan skoraði tvey mál, og Jóhannes skoraði eitt mál.
Í hálvfinaluni møtir Valur liðnum hjá Halli Arasyni og Sveini Olafssyni, Afturelding.
Afturelding vitjaði ÍBV úti í Heimaey, og eydnaðist tað liðnum úr Mosfellsbær at vinna dystin 27-25. Afturelding var á odda við einum máli í steðginum, 15-14. Hallur var noteraður fyri eitt mál.
Fyrsta hálvfinalan millum Val og Afturelding verður spæld 16. ella 17. apríl.